Tað máttu tveir útleningar sannað, sum vóru meldaðir til løgregluna, tí teir ikki vildu gjalda og kortini fóru í hagan.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey í gjár fingu fatur á fólkunum, sum høvdu verið í haganum, og vaktleiðarin hevði sjálvur skrivað bótina, sum var upp á 1.000 kr.
– Tað var eitt sindur avbjóðandi at skriva bótina, tí lógargreinin er so gomul. Men talan er um journal nr. 1 og 2, so hetta eru fyrstu bøturnar eftir hasari lógargreinini, segði hann.