TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Áka Egilsnes hjá VÍF, sum skeyt átta mál í 27-24 sigrinum hjá vestmenningum yvir Neistanum í høllini á Hálsi í Havn.
Áki ásannar, at teir fingu eina keðiliga dystarbyrjan, har átta minuttir gingu áðrenn teir fingu fyrsta málið, men eftir hetta heldur Áki, at teir við skjótum spæli fingu gott tak á Neistanum.
Ambisjónirnar hjá VÍF er at endurvinna FM-heitið, men Áki staðfestir, at enn eru avrikini ov óstøðug hjá VÍF.