Svimjing
Tá avgerð varð tikin um at leggja Vágs og Tvøroyrar Svimjifelag saman í eitt felag, varð búmerkjakapping samstundis útskrivað. Inn komu um 20 uppskot, og av hesum varð tað hjá Gunnari Hansen av Toftum valt sum tað besta. Sjálvt leggur felagið dent á, at nýggja búmerkið er einfalt, samstundis sum tað við ímyndaða svimjaranum greitt sýnir, hvat felag talan er um.
Samstundis, sum nýggja búmerkið varð avdúkað, skrivaði felagið undir sponsorsáttmála við Suðuroyar Sparikassa. Avtalan er galdandi fyri næstu tvey árini, og fegnast felagið um, at tey við hesum hava lagt lunnar undir eitt sterkt fíggjarligt grundarlag í felagnum.









