Fingu avtalu um Max Bank

Tað eydnaðist í gjárkvøldið Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum Støðufesti at fáa eina avtalu um, at Sparekassen Sjælland yvirtekur tann góða partin av Max Bank, og at Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur umleið 150 av teimum vánaligu viðskiftafólkunum og -feløgunum.

Avtalan er gjørd samsvarandi tí seinasta bankapakkanum, og tað ber í sær, at innskjótararnir í Max Bank missa einki. Var avtalan gjørd eftir bankapakka 3, høvdu innskjótararnir fingið upp til 750.000 krónur aftur.

TV2 sigur, at útlendskir peningastovnar eiga 300 milliónir krónur til góðar í Max Bank, og at tað hevði verið eitt stórt bakkast fyri umdømið hjá danska bankakervinum, um teir útlendsku lánveitararnir høvdu mist pengarnar.

Nýggi vinnumálaráðharrin, Ole Sohn, segði í gjárkvøldið, at hann er sera væl nøgdur við avtaluna um Max Bank. Hann segði seg vóna, at uppaftur fleiri danskir bankar fara at leggja saman, men legði dent á, at tað skal marknaðurin avgera.