Fingu annan kompressara

– Tíbetur var eingin eldur, men »bara« ein avbrendur kompresari, sum førdi til royk og hita

Tað sigur Christian Na­gat­a, sum er stjóri á Pre­nt­miðsøðini í Havn.

Tað var stutt fyri klokkan 14 í gjár, at sløkkiliðið rykti út til Prentmiðstøðina, tí sjálvvirkandi royk­á­var­ing­ar­skip­an­in var farin í gongd.

Tá átaksleiðarin hjá sløkki­l­iðnum kom á staðið kendist brendaroykur inni á Prent­miðstøðini, og hann fann skjótt útav, at roykurin kom úr fýrrúminum, og at har var nógvur hiti innan fyri hurðina. Roykkavarar fóru tí inn í fýrrúmið, har teir beinanvegin kundu staðfesta, at eing­in eldur var, men at ein sera heit­ur luftkompressari hevði elvt til royk og hita. Luft­kom­press­ar­in verður brúktur til prent­mask­in­urnar.

– Vit fóru beinanvegin í gongd við at finna ein nýggj­an kompressara, sum vit seta upp í morgun, so vit kunnu prenta Sosialin á middegi, sig­ur Christian Nagata.

Í skrivandi løtu vóru teir í ferð við at seta annan kompressara til og væntaðu at verða klárir til prentstart á middegi.

Prentmiðstøðin er einasta blað­prentsmiðja í Føroyum. Hon heldur til í bygninginum hjá Eik á Smyrilsvegnum, sum Dimmalætting átti í sínari tíð. Tað eru Nema og Sosialurin, sum eiga Prentmiðstøðina.