Í gjár vóru 6 mans inni í Viðvík á Viðareiði, og skutu harur. Tilsamans fingu teir 39 harur, ið varð mett at verða á góðari leið. Í fjør vóru teir 13 mans og skutu, og tá fingu teir 68 harur.
Teir seks eru allir vanir at skjóta, og hava saman verið og skotið harur í fleiri ár á rað. Í gjár fóru teir frá húsum kl 9 um morgunin og komu aftur um kl 17.30.
Pauli Nybo av Viðareiði, var ein av monnunum, ið skutu harur í Viðvík í gjár. Hann sigur, at alt sum verður skotið, verður bert nýtt til egið brúk.
Hárutíð er frá 2. novembur til 31. Desembur, og í hesi tíðini verður nógv skotið á Viðareiði.
- Tað verður nokk so nógv skotið. Vit royna at verða nakrar túrar beinanvegin, áðrenn kavin kemur, og so aftur nakrar túrar í desembur áðrenn harutíðin er av, sigur Pauli Nybo.









