Fingu 31 milliónir meira í løn

Lønarútgjaldingarnar veksa alsamt og tað er serliga hýrur og lønir hjá fiskimonnum sum hækka

Lønarútgjaldingar

Tað er aftur farið at ganga framá í Føroyum.
Í hvussu so er, um metast skal eftir lønunum, sum verða útgoldnar í Føroyum.
Nýggjasta uppgerð frá Hagstovuni vísir, at í november í ár vóru 31 milliónir hægri enn tær vóru í november í fjør.
Á heimasíðu síni sigur Hagstovan, at í november í ár vóru lønargjaldingarnar 538 milliónir pg tað eru eru 31 milliónir meira enn í november í fjør, tá ið lønarútgjaldingarnar vóru 507 milliónir.
Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 6%.
Tølini vísa, at tað er at kalla í øllum vinnugreinum, at vøkstur hevur verið. Men serliga stórur hevur verið í sambandi við fiskiskap, har lønir og hýrur til sjómenn eru hækkaðar yvir 19 milliónir í november í ár, afturímóti sama mánaði í fjør. Fiskiskapurin er sostatt batnaður frá góðum 66 milliónum í lønarútgjaldinum í november í fjør, til góðar 85 milliónir í november í ár. Talan er um góð 29%.
Men eisini í fiskiídnaðinum á landi hevur verið ein ávís framgongd. Har vóru lønarhækkingarnar 39 milliónir í november í ár og tað er eru 3 millliónir hægri enn í november í fjør.
Yvirhøvur vísir yvirlitið, at tað er at kalla í øllum vinnugreinum, at lønarútgjaldingarnar eru hækkaðar.
Men summastaðni hevur tó eisini verið talan um afturgongd. Ì prosentum hevur størsta skrædlið verið á ali- og kryvjivirkjunum, men tað er helst ikki óvæntað. Har minkaðu lønarútreiðslurnar úr 6,7 milliónum í november í fjør, niður í 4,5 milliónir í november í ár. Talan er um eina minking upp á næstan 34%.
Hjá gistingarhúsunum og matstovunum eru lønarútgjaldingarnar lækkaðar úr 6,5milliónum, niður í 5,2 milliónir, tað eru góð 20%.
Hagtølini vísa eisini, at verða teir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør samanbornir við 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár, eru tað bara januar, februar og juli mánaði í ár, sum eru verri enn í fjør, so talan má sigast at vera um eina framgongd sum heild.

Serliga fiskiskapurin
Tølini hjá hagstovuni vísa, at tað er heilt síðani á sumri seinasta ár, at tað hevur gingið støðugt framá í fiskiskapinum.
Men tað er ikki tað, at fiskiskapurin er so nógv batnaður. Heldur er tað avreiðingarprísurin, sum er støðugt batnaður og sostatt hækkar eisini avreiðingarvirðið.
 Toskaprísurin er út ímóti tí besta nakrantíð, hýsuprísurin er miðal góður, meðan upsaprísurin flýtur heldur tungt í sjónum.
Hagstovan sigur, at felags fyri prísirnar á hesum trimum fiskasløgunum er kortini, at teir hava verið hækkandi í longri tíð. Toskaprísurin og hýsuprísurin hava verið javnt vaksandi seinastu tvey árini og hetta síðsta árið er eisini upsaprísurin hækkaður.
Enn er tó nakað eftir til prísirnir koma upp á sama støðið, sum fyri nøkrum árum síðani.
Hagstovan hevur eisini gjørt eitt slag av prístali fyri gongdina í prísunum í toski, hýsu og upsa.
Tær útrokningarnar vísa, at fyri tosk, hýsu og upsa, er prístalið vaksið eini 30 prosent síðani árslok 2003 til oktobur í ár.





----