Gáva
?Hetta kemur ómetaliga væl við
Í Bjargingarfelagnum í Suðuroyar Syðru helvt eru tey serstakliga væl nøgd við gávuna, sum tey mikukvøldið fingið frá Lions Klubbanum í Suðuroy.
Á lítlari samkomu í Stóra Pakkúsi í Vági mikukvøldið, handaði Lions forsetin í Suðuroy, Leivur Nygaard, Bjargingarfelagnum í Suðuroyar Syðru helvt ein kekk upp á 25.000 krónur.
Kári Hammer, sum tók ímóti kekkinum fyri felagið, sigur, at gávan kemur serstakliga væl við.
peningurin skal brúkast til at keypa eina hydrauliska pumpu til bilasaksin hjá felagnum við.
Felagið eigur ein saks, sum verður brúktur at klippa bilar sundur, tá ið fólk sita føst eftir vanlukkur.
Men higartil hava tey verið noydd at pumpa við hondmegi og tað krevur bæði nógv fólk og nógva tíð.
?Tá í ein vanlukka hendir, eru tað viðhvørt minuttir ella sekund, sum eru munurin ímillum lív og deyða og tí er ein hydraulisk pumpa til saksin altørvandi.
Kári Hammer sigur, at hann sparir 2/3 av tíðini og hann sparir tveir mans, so tað er eyðsæð, hvønn týdning, ein slík pumpa hevur, tí nú er nóg mikið við einum manni at passa pumpuna, har tað frammanundan mátti verða tríggir, sum skiftust um at pumpa við egnari megi.
Hann vísir á, at alt sum ferðslan alsamt økist, slepst heldur ikki undan, at talið á vanlukkum eisini veksur og tíverri hava teir nakrar ferðir havt brúk fyri saksinum.
Sjálvt hevði felagið ongan møguleika havt at keypt sær eina slíka pumpu, tí tað hevur tað ikki ráð til. Í felagnumer bara sjálvboðin arbeiðskraft og hóast kommunan er ófør at hjálpa og nøkur oyru eisini fáast á fíggjarlógini, er tað verri enn so nóg mikið og tí hevði pumpan ikki verðið keypt, uttan hendan stuðulin.
Á vaktarlistanum hjá felagnum eru 10 mans, men tað stendst ongantíð á at fáa fólk, tá ið á stendur, tí hendir eitthvørt, eru tað altíð fleiri sum bjóða seg fram a hjálpa til, sigur Kári Hammer.
Pumpan er nú bíløgd og kemur skjótt.










