Í hesum døgum er stórur spenningur hjá monnum, nú nátatíðin stendur fyri framman.
Fyrr í dag greiddu vit frá einum báti sum úr Sandvík, sum hevði fingið 84 nátar fríggjadagin.
Eisini í Vágum hava menn verið eftir náta.
Jóanis Nielsen úr Sandavági skrivar á heimasíðu sínari, at í góðveðrinum fríggjadagin vóru nakrir bátar eftir havhesti.
Sagt verður, at nógvur havhestur var at síggja, og komu onkrir bátar í Sørvági komu uppum 200 havhestar.
Leygardagin var stormur, so tá var einki tikið. Í dag hevur eisini verið eitt frískt lot.