Í sambandi við tiltakið hjá Reyða Krossi leygardagin, har tey høvdu opið hús, høvdu steypafinalistarnir hjá monnum, Kí og Víkingur, latið Reyða Krossi hvør sína fótbóltsblusu, har allir spælararnir í finaluni høvdu skrivað navn sítt á.
Blusurnar vórðu seldar á uppboði og peningurin, sum kom inn, skuldi fara til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Og nú sølan er gjørd upp, er úrslitið, at tilsamans fingu tey í Reyða Krossi 17.500 krónur fyri blusurnar og tað Rasmus Tróndheim, sum ognaði sær blusuna hjá Víkingi, tað er hann, sum er høgrumegin á myndini. Hetta var blusan hjá Sólva Vatnhamar.
##med2##
Hinvegin var tað Benjamin Gunleifson, sum ognaðu sær blusuna hjá KÍ. Hetta var blusan hjá Jóannesi Bjartalíð og her er Jóannes, høgrumegin, sum handar keyparanum blusuna.
##med2##