Tá freistin til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og Sprotanum var úti 1. september, høvdu 17 persónar sent eitt handrit inn. Tað upplýsir Kári Árting, formaður í Bókhandlarafelagnum fyri Kringvarpinum.
Talan er um 12 kvinnur og 5 menn, ið hava sent handrit inn til kappingina, ið bleiv útskrivað á Mentanarnáttini í Havn í fjør. Kappingin er eitt úrslit av, at bókhandlarnir og Sprotin vóru samd um, at ov lítið verður útgivið av upprunaligum føroyskum skaldskapi.
Vinningurin hesaferð er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við Sprotanum. Vinnarin verður eftir ætlan kosin á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. novembur.
Fimm fólk eru í dómsnevndini og eru tey Berglót av Skarði, Pætur M. Dahl, Eileen Anthoniussen, Jonhard Mikkelsen og Bergur D. Hansen.










