Teir gera tað bara væl, teir, sum fiska gulllaks undir Føroyum.
Ella sum teir sjálvir siga, varnir, sum fiskimenn altíð eru: Tað er brúkiligt.
Um vikuskiftið vóru Polarhav og Stjørnan, sum partrola, í Leirvík og avreiddu 150 tons av gulllaksi.
Teir høvdu trý hál í part og høvdu verið út ímóti Lúsabanka hesuferð.
Skiparin á Polarhav, Jákup Egholm, sigur, at hetta er væl brúkiligur fiskiskapur.
Hann sigur, at fiskiskapurin eftir gulllaksi er heldur betri í ár, enn hann var í fjør.
Somuleiðis er prísurin eisini betri, enn hann var í fjør.
Jákup Egholm sigur, at teir fáa 3,25 fyri kilo nú, afturímóti 2,75 í fjør.
So av tí, at prísurin ikki er hægri, krevur tað stóra nøgd av fiski fyri at fáa inntøku burturúr.
Tað er at kalla bara Tavan í Leirvík, sum tekur ímóti gulllaksinum og sjálvur heldur skiparin á Polarhav, at tað hevði verið gott við einum sindri av kapping á økinum, fyri at trýst prísin uppeftir.
Umframt Tavuna, hevur J. Marr eisini tikið ímóti gulllaksi av og á, og tá hevur prísurin verið heldur betri, um 3,40 fyri kilo.
Á Tavuni verður gulllaksurin malin til fars og útfluttur, einamest til Bretlands og til Norðurlondini.
Fleiri bátar
Umframt Stjørnuna og Polarhav, eru tað eisini nakrir aðrir bátar, sum fiska gulllaks.
Vesturbúgvin úr Vestmanna og Eysturbúgvin av Sandi partrola eftir Gulllaksi, umframt vestmannatrolararnar Fram og Pelagos.
Afturat teimum hevur eitt kuba-par, Trastur og Skarvur fingið loyvi at fiska gulllaks umframt Prestland.
Skiparin á Polarstjørnuni veit ikki, hvussu nógvum bátum pláss er fyri. Men hann mælir til varsemi fyri at ikki so nógvir bátar koma uppí, at ov lítið verður í part.
Gullaksur verður fiskaður í tíðini apríl til september.
Fingu 80 tons
Síðani Polarhav og stjórnan fóru útaftur, hevur tað somuleiðis gingið væl.
Teir byrjaðu fiskiskap sunnumorgunin og høvdu 80 tons í gjáramorgunin, táið teir hálaðu aftur.
Jonhard Hammer
Áki Bertholdsen