Eftir William Gibson Sloan er neyvan nakar, ið hevur sett so stóran dám á føroyskt fríkirkjuligt trúarlív sum Victor Danielsen. Umframt at týða Bíbliuna til føroyskt, hevur hann eisini yrkt og týtt hópin av sálmum og sangum.
Tað var eisini Victor Danielsen, ið stóð á odda fyri at savna sangir saman til fyrstu føroysku sálmabókina í 1920, sum bókahandilin hjá Jens av Reyni gav út. Í hesi sálmabók vóru 85 sálmar. Teir báðir, Victor Danielsen og Jens av Reyni, stóðu eisini á odda fyri Guds fólks Songbók, ið kom út í 1932, við 428 sálmum.
Í 1952 gav Victor Danielsen út fyrstu útgávuna av Songbók Guds Fólks, undir egnum forlagið. 1125 sangir og sálmar til støddar var hon tá. Ein nýggj útgáva kom í 1976. Alt hetta arbeiðið var sjálvboðið og ókeypis. Jógvan á Lakjuni greiddi á samkomuni í Badmintonhøllini í Klaksvík frá, at dóttir Victor Danielsens hevði fortalt honum, at tað lógu sangørk um alt heim teirra, alla staðni, har okkurt kundi leggjast, meðan faðir hennara arbeiddi við hesi sangbókini.
Fingramerki Victors síggjast sum vera man eisini í Nýggju Songbók Guds Fólks. Victor Danielsen hevur yrkt ella týtt ikki færri enn 700 av teimum 1504 sangunum í nýggju bókini.
Annars eru hetta teir føroyingar, ið hava yrkt, týtt ella sett lag til flest sangir í Nýggju Sangbók Guds Fólks.
Victor Danielsen, 700 sangir.
Zacharias Zachariassen, 122 sangir.
Petur W. Háberg, 93 sangir.
Øssur Berghamar, 87 sangir.
Árni Jacobsen, 71 sangir.
Ikki færri enn 977 útlendingar hava givið sítt íkast til bókina, antin við yrkingum ella við at skriva løg til yrkingarnar. Tað sermerkta er kanska, at tvær kvinnur tróna ovast á listanum.
Fanny Crosby, 46 sangir.
Lina Sandell, 44 sangir.
Philiip Paul Bliss, 40 sangir.
Ira Daniel Sankey, 35 sangir.
William J. Kirkpatrick, 26 sangir.









