Fólk flest hava hoyrt um nýggja snotiliga skúlan á Toftum, og at fólk eru so nøgd við hann, hevur nakað við at gera, at skúlastýrið alla tíðina hevur havt fingurin á pulsinum í sambandi við skúlabyggingina.
- Vit hava alla tíðina havt eitt sera gott samstarv við Nes kommunu. Vit hava síðani 2001 roynt at skunda undir hesa skúlabyggingina, sum tvær ferðir fyrr er dottin niðurfyri. Kommunan og skúlastýrið hava eisini roynt at taka lærararnar uppá ráð alla tíðina, og úrslitið er ein skúli, sum flestøll eru sera glað fyri, greiðir Jóhannus Danielsen frá.
Aktivera foreldrini
Skúlastýrið á Toftum hevur, sum skilst, gjørt sera nógv, fyri at betra um sambandið millum skúla og heim.
- Eitt tað týdningarmesta, er at foreldrini mugu vita, at skúlin er ikki ein institutión har mann setir børnini til ansingar. Tað er eitt stað har børnini skulu læra, og tað hugsanina megnar mann best at halda fast við, um foreldrini vita, hvat gongur fyri seg á skúlanum. Vit hava tí foreldrabólkar í øllum flokkum, har nøkur foreldur eru við. Har hava vit eisini gjørt »foreldrabankar«, har foreldrini leggja sítt navn til okkurt, har tey kunnu hjálpa til í skúlanum. Tað kundi til dømis verið fletting, at seta epli niður, at greiða frá onkrum í skúlanum ella bara at koyra, tá børnini skulu til okkurt tiltak. Tað er ein skipan vit hava verið sera fegin um, fortelur Jóhannus Danielsen. Sum er fullvísur í, at foreldrini mugu vera ein virkin partur av skúlanum.