Eftir at hava arbeitt hjá SEV í 40 ár, hevur Kurt Andersen nú fingið heiðursmerki frá Margrethu Drotning fyri trúgva tænastu hjá SEV í 40 ár. Tað er Dronningens Fortjenstemedalje, sum verður latin í førum sum hesum.
– Tað er ein stórur heiður at fáa eina slíka viðurkenning fyri sítt arbeiði. Men sanniliga er tað eisini ein stórur heiður fyri SEV, at fólk støðast her so væl og so leingi, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tá ið hann helt røðu fyri Kurt tá ið hann fekk heiðursmerki.
##med2##
– Í 40 ár hevur Kurt verið við til at byggja, røkja og dagføra elnetið hjá føroyingum. Hann var 15 ára gamalur, tá ið hann byrjaði í fyribils starvi sum linjumaður, og beinanvegin varð hann sendur í fjøllini at byggja linjur.
– Kurt var knýttur at støðini í Skálabotni, men arbeiddi við linjum um alt landið.
Ætlanin var at fara í læru sum bilmekanikari, men honum dámdi so væl, at tá hann seinni fekk tilboð um fast starv, slepti hann ætlanunum um at læra til bilmekanikari.
Nógv er hent og broytt hesi seinastu 40 árini. Fyrr visti man við vissu, at varð illveður, var stórur vandi fyri, at skaði kom á onkra linju, sum tú so skuldi út at umvæla.
##med3##
– Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi verið úti og arbeitt upp á linjur á jólum, segði Kurt sjálvur.
Men soleiðis er ikki longur, tí nú er so stórur partur lagdur í kaðal í staðin fyri, so tað er bara hendingaferð, at veðrið ávirkar streymin."
Hóast tað mangan var øgiliga krevjandi og stríggið á vetrartíð at skula út at arbeiða í illveðri, tá øll onnur annars leitaðu sær inn, so var tað serliga arbeiðið í fjøllunum, sum dámdi Kurt.
Honum hevur altíð dámt væl hart kropsligt arbeiði og friðin í fjøllunum, siga tey í eini fráboðan frá SEV.
##med4##