Fingið kæru frá Dimmu

Kappingarráðið er farið at kanna, um grundarlag er fyri at viðgera kæruna um Prentmiðstøðina

Í Degi og Viku týskvøldið segði Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, at blaðið hevði kært Prentmiðstøðina til Kappingarráðið. Pástandurin hjá Dimmalætting er, at Prentmiðstøðin ger sær dælt av monopolstøðu síni.
Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingarráðnum váttar, at ráðið týsdagin fekk eina kæru frá Dimmalætting, men hann vil ikki siga, hvat kæran snýr seg um.
Hann sigur, at tey nú eru farin at kanna um grundarlag er fyri at taka kæruna upp til viðgerðar, tað vil siga, um málið er viðkomandi eftir kappingarlógini ella ikki.
Kappingarráðið ætlar at verið komið til eina niðurstøðu, áðrenn dagurin í dag er farin, sigur Terje Sigurðsson.