Føroya fólk skal ikki hava nakra frágreiðing um nakað sum helst frá mær um flúgving, tað taka avvarðandi luftferðslumyndugleikar sær av. Skal ein frágreiðing gevast, so skal tað vera henda:
1. Fyri uml. 7 árum verða nakrir mekanikarar koyrdir hjá Atlantic Airways.
2. Ein av teimum koyrdu er svágur John Myllhamar.
3. Mekanikararnir eru fornermaðir og koma í bløðini við óvanliga grovum skuldsetingum um misrøkt av materiellinum hjá AA, sum teir sjálvir hava havt um hendi í fleiri ár
4. Undirritaði helt skrivingina vera so grova, at hann talaði at
5. Ikki vóru bløðini komin út fyrr enn John var komin til tað niðurstøðu, at svágurin skuldi hevnast. Hann sjoflaði bæði meg og familjuna út, sum um at vit vóru partur í trætuni.
6. Seinni filosoferar hann yvir ein túr við Maersk Air og hvussu deiligt tað var at flúgva við hesum flogfelagnum.
7. Seinni hendir so tað, at flogfarið hjá Maersk á veg til Føroya, er komið í somu hædd sum eitt norskt flogfar sunnanfyri Noreg. Og nakað seinni aftur roynir eitt annað flogfar hjá Maersk at lenda í ringum veðri. Ferðin var so ótespilig, at ferðafólk máttu hava professionella hjálp, tá tey komu aftur til Kastrup.
8. Undirritaði kundi ikki halda sær og helt at fólkini kundu fara niðan til missionerin at fáa sær hjálp.
Sjálvt um fleiri ár eru liðin og menn fyri langari tíð síðan hava funnið onnur størv og onkur enntá settur aftur í starv hjá AA, so tvassar missionerurin enn niðri í rununi og vendir hvørjum steini um ikki okkurt er at kasta eftir føroyska flogfelagnum.
Eg havi ongan trupulleika við flogfeløgum og havi tað fatan, at føroya fólk heldur ikki hevur nakran trupulleika við flogfeløgum generelt. Eg seti meg inn í eitt flogfar við somu kenslu uttan mun til, hvat felagið eitur. Eg siti líka gott í føroyska flogfarinum, sum eg siti í flogførunum hjá Maersk, Iberia, Lufthansa, Canada Air, British Airways og nógv nógv onnur flogfør, sum eg havi ferðast í runt alla jørðina. Havi eg verið skeptiskur, so man tað hava verið tann dagin, vit við eini russiskari Turbulev transportmaskinu skuldu flytast frá Georgia til Russlands, men eisini hetta komu vit livandi frá.
Hevndarhugurin, sum sær út til at hava útviklað seg til eina reina krossferð móti Atlantsflog gevur tær tað óhugnaligu kensluna av, at um tað syndarliga óhapp skuldi hent, at Atlantsflog misti eitt av sínum flogførum, so bleiv dansur og gleðisrómur uppi hjá missionerinum.
Míni ráð, Dear John, steðga áganginum áðrenn tú tekur so stóran skaða, at professionell hjálp verður neyðug. Tað er bert í tínum tvistaða heilaspuna, at ótti fyri at flúgva við Atlantsflog finst. Vit onnur hava ongan trupulleika í so máta, ikki annað enn vanliga spenningin, sum tað nú einaferð er at flúgva. Og trúgv mær, flogfarið hjá Atlantic Airways kemur neyvan nakrantíð at flúgva so høgt, at missionerar skulu føla seg hóttar. Vónandi koma tey heldur ikki at flúgva so nær runudýkinum, at tey renna seg í mylhamska afturendan.
Havandi í huga avmarkaða kunnleikan um flúgving verður frá mínari síðu ikki skrivað meira um hetta mál.