Fine Gael vinnur í Írlandi

Enn hava myndugleikarnir í Írlandi ikki kunngjørt úrslitið av tjóðartingsvalinum í gjár, men tað er kortini lítil ivi um, at andstøðuflokkurin Fine Gael er tann stóri vinnarin.

Ein forsøgn sigur, at Fine Gael hevur fingið 36,1 prosent av atkvøðunum. Verður tað úrslitið, er hetta besta val hjá flokkinum síðani 1982.

Núverandi stjórnarflokkurin, Fianna Fáil, hevur sambært forsøgnini fingið góð 15 prosent av atkvøðunum, og tað er tað ringasta úrslitið hjá fokkinum nakrantíð.

Labour-flokkurin fær sambært forsøgnini 20,5 prosent, og so stóran part hevur flokkurin ongantíð havt, skrivar Reuters úr Dublin.