Findus, Kurt og kroppurin

Smábarnabók, barnabók og myndabók eru útgávurnar hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags á hesum sinni

ÚTGÁVUR
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út tríggjar bøkur. Smábarnabókin er ?Mín fyrsta bók um kroppin?, sum er væl egnað fyri børn í aldrinum 0 til 3 ár. Hetta er einføld smábarnabók, sum í fittum myndum vísir nøvn á likamslutum, t.d. hondini: tummil, fremstifingur, longutong, lekifingur, lítlifingur, knúgvi, handarbak og skøvningur. Eisini lærir barnið at seta orð á rørslur.
Bókin er 36 blaðsíður í litum, prentað á haldgott papp, og kostar 49 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini.
?Tá ið Findus lítli hvarv? er myndabók, og væl egnað til 3 til 7 ára gomul børn. Sven Nordquist eigur orð og myndir. Hetta er fimta bókin á føroyskum um Pettson gamla og kettuna Findus. Hinar eru ?Neyðars Pettson?, ?Pannukøkulagkøkan?, ?Pettson fær vitjan á jólum? og ?Og hanin gól?.
Í hesi bókini býr Pettson gamli saman við hønum sínum á einum garði á bygd. Hann kennir seg ógvuliga einsamallan. Ein dagin kemur grannakonan, Bina, við eini pappeskju til hansara. Á henni stendir við stórum stavum Findus Grønar ertrar, men í eskjuni er alt annað er ertrar. Nevniliga ein pinkalítil kettlingur.
Soleiðis gjørdust Pettson og Findus vinir, og teir fingu nógvar aðrar vinir eisini.
Bøkurnar um Pettson og Findus eru ógvuliga væl umtóktar, bæði í Føroyum og í øðrum londum.
Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum. Bókin er 28 blaðsíður í litum, innbundin, og kostar 95 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini.
Meiri er at frætta um stuttliga Kurt í bókini ?Kurt Quo Vadis?? eftir Erlend Loe. Juli Fagerland hevur týtt. Bókin er væl egnað til børn í aldrinum 7 til 12 ár.
Í fjør komu tvær bøkur um Kurt, ?Kurt og fiskurin? og ?Kurt verður óreinur?. ?Kurt Quo Vadis? er seinasta bókin í røðini.
Kurt býr enn saman við konuni Onnu Lisu og børnunum Klænu-Helenu, Sodavatns-Kurt og Lítla Bud. Kurt kennir seg miseydnaðan. Ongin í verðini er meiri miseydnaður enn hann, soleiðis sum hann søplar lívið burtur á kajini, har hann koyrir trukk. Okkurt má gerast, og Kurt finnur upp á ráð. Hann sigur starvið sum trukkførari frá sær og fer at gera okkurt ógvuliga týdningarmikið, so at fólk skulu leggja til merkis til hansara. Einasti, sum stuðlar honum í tí, hann ger, er lítli Bud, og saman fáa teir enn eitt gott hugskot, men kanska varð tað ikki so gott kortini!
?Kurt Quo Vadis?? er 97 blaðsíður, kostar 95 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini.