Tað er longu greitt, hvussu raðfylgjan á liðunum í Elektron-deildini verður, og tí hava dystirnir í dag ikki tann stóra matematiska týdningin. Men eingin ivi er um, at liðini fegin vilja rundað væl av, og hjá VÍF og Kyndli ræður eisini um at pussa finaluformin av.
Í Havn tekur Kyndil móti VB, sum endar árið á fjórða plássinum. VB vann í seinasta umfari á VÍF, og tí veit Kyndil væl av, at gestirnir kunnu bíta frá sær.
Hin finalisturin, VÍF, spælir á útivølli móti Stjørnuni, sum er á aftasta plássinum, og har er lítil ivi um, at VÍF er stórfavorittur.
Bronsan verður handað á Skála, har Neistin kemur á vitjan. StÍF hevur í fleiri førum víst sera góð avrik móti ovaru liðunum, og tí vilja tær helst enda við sigri, meðan Neistin sjálvandi eisini vil seta eitt gott punktum fyri árið.
Dystirnir í Elektron-deildini í dag byrja allir klokkan 14.30.











