Tveir dystir verða spældir í Atlantic Airways-deildini í kvøld.
Í gjár tapti Kyndil heldur óvæntað móti Neistanum, og tí eru tað nú fyrst og fremst VÍF, H71 og StÍF, sum kappast um at fylgja KÍF í FM-finaluna.
Vestmenningar hava framvegis bestu kortini á hondini, og teir kunnu taka eitt risa-fet rætta vegin, um teir fáa stigini við sær úr Hoyvíkarhøllini í kvøld. Hinvegin kunnu hoyvíkingar toga seg heilt nær VÍF, um stigini verða eftir í Hoyvík.
Og á Skála stendur eisini nógv upp á spæl, tá StÍF vitjar. Strandingar hava havt góð úrslit seinastu mánaðirnar, og tað hevur lyft teir úr botninum og fram í stríðið um pláss í FM-finaluni. Í hálvfinaluni í steypakappingini kendu teir seg nakað snýttar í dystinum móti júst KÍF, og eingin ivi er um, at teir nú vilja hevna hetta.
Í Hoyvík verður fyrsta bríkslið klokkan 19, meðan dysturin á Skála byrjar klokkan 20.










