Finaluplássið púrasta víst

Neistin-Kyndil 23-23 (10-10)

Tendringin hjá teimum grønu var annars í toppi frá fyrsta bríksli, og elingi hevði Neistin veruliga ilt við at fóta sær í dystinum.

Stórspæl frá Jacob Larsen í málinum og Inga Olsen úti á vøllinum fingu tó frið yvir avrikið hjá teimum bláu, og eftir steðgin var finaluplássið ongan tíð í vanda.

Bara fimm minuttir fyri leiklok var Neistin enntá á odda við fýra málum, men við fýra kassum á rað fekk Kyndil annað stigið, tó at hetta á pappírinum ikki kann nýtast til so nógv.

Fyri Neistan skoraði Tróndur Kragesteen 6 mál. Finnur Hansson skoraði 7 ferðir fyri Kyndil.