Finalupláss upp á spæl

Tað liðið, sum eftir vikuskiftið er á odda í Eikliguni hjá kvinnum, hevur samstundis vunnið sær pláss í steypafinaluni. Alt peikar á, at SÍ-kvinnurnar fara við tí

Tá dystirnir í Eikliguni hjá kvinnum um vikuskiftið eru farnir afturum, hava øll liðini spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Reglurnar siga, at oddaliðið tá kemur beinleiðis í steypafinaluna.
Sum tað sær út í løtuni, liggur SÍ best fyri at vinna finaluplássið, tí sunnudagin spæla sørvágskvinnur ímóti KÍF, sum er avgjørda botnliðið higartil.
KÍF spælir annars longu í kvøld á útivølli ímóti Fleyr, sum sunnudagin aftur hevur heimavøll ímóti Mjølnir. Fjórði dysturin um vikuskiftið er í Trongisvági millum TB og Drátt.
Mest áhugaverdi dysturin er óivað tann millum Fleyr og Mjølnir, tí hesi bæði liðini eru tey, ið royna at fylgja við SÍ. Fleyr hevur spælt ein dyst minni enn Mjølnir, so sunnudagurin er avgerandi fyri, hvat teirra situr á øðrum plássi.

Eingin tekur Mjølnir
Enn eru trý umfør eftir – dystirnir um vikuskiftið íroknaðir – áðrenn kappingin í Eikliguni hjá monnum er komin so mikið langt, at nakað lið vinnur seg beinleiðis í steypafinaluna.
Men áðrenn komið verður so langt, eru altso fleiri sett og stig at spæla um. Í morgin tekur oddaliðið Mjølnir ímóti Fleyr, og tá fær ÍF vitjan av SÍ.
Einki bendir á, at nakar tekur Mjølnir, áðrenn steypafinaluplássið skal avgerast, men Fleyr skal fáa gongd á nú, skal liðið ikki detta burtur ímillum. Somuleiðis krevur ÍF at fáa síni fyrstu stig, og so er spurningurin, um SÍ ikki er ov sterk mótstøða til, at tað skal henda longu nú.