Finaludreymurin hjá Jón Róa brast

Eitt sjálvmál seint í dystinum gjørdi enda á AaB í hálvfinaluni í donsku steypakappingini í gjárkvøldið. Tað verður kallað ein sensatión, at Randers úr næstbestu deildini kom í steypafinaluna


Hóskvøldið vóru seinnu hálvfinalurnar í donsku steypakappingini spældar. Líkt varð til, at tað skuldi gerast ein reint jútsk finala, tí Esbjerg hevði í fyrru hálvfinaluni vunnið 5-2 á Brøndby, og í hinari hálvfinaluni spældu tey bæði Randers og AaB.
Brøndby vann seinnu hálvfinaluna á Esbjerg 1-0, men tað var ikki nóg mikið til at vinna dystin samlað, og tí kom Esbjerg í finaluna.
Í hinari hálvfinaluni var føroysk luttøka, men tað endaði ikki væl. AaB skuldi á heimavølli royna at vinna ímóti Randers úr næstbestu deildini, og tað mundu tey flestu rokna við, at teir fóru at klára. Men AaB hevur ikki vunnið nakran dyst í ár, og heldur ikki í gjárkvøldið eydnaðist tað.
 
Sjálvmálið
Jón Rói Jacobsen var við í hópinum, men hann var á beinkinum, meðan Súni Olsen var ikki við. Tað byrjaði væl hjá AaB, tí Jeppe Curth legði teir á odda 1-0 longu eftir 13 minuttir, og í fyrra hálvleiki var AaB greitt við yvirlutan.
Í seinna hálvleiki vendi myndin, og tá kom Randers meira fyri seg. Jón Rói Jacobsen var settur inn í verjuna eftir 71 minuttir, og tríggjar minuttir seinni hendi tað, sum ikki skuldi henda. Ein høgur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, og í einum tøttum nærdysti millum Jón Róa Jacobsen, Michael Jacobsen og Karsten Johansen endaði tað við, at Michael Jacobsen rakti bóltin, og hann sveimaði fram við AaB-málmanninum og í egið netið til 1-1.
Hetta gjørdist eisini úrslitið av dystinum, og harvið var tað Randers, sum kom í finaluna, tí teir gjørdu mál á útivølli. Fyrri dysturin endaði málleysur.
Finalan ímillum Randers og Esbjerg verður spæld í Parkini Kristi Himmalferðardag.