Leygardagin verða steypafinalurnar hjá dreingjum, smádreingjum, smágentum og gentum spældar í Havn. Fótbóltssambandið savnar allar finalurnar hjá teimum yngru liðunum á sama staði sama dag. Lagt verðu fyri kl. 9.30, tá ið AB og Skála spæla finaluna hjá gentum. Kl. 11.30 spæla VB/Sumba og HB finalu hjá smágentum, kl. 13.00 er finalan hjá smádreingjum millum TB og B36, og dagurin endar kl. 15.00 við finaluni hjá dreingjum, sum er millum NSÍ og KÍ. Dómararnir, sum skulu taka sær av finalunum, eru Ørvur á Lag, Thorvald Petersen, Jan á Líðarenda og Vinjard Dam.