Í allan vetur hava kappingar í skúlafótbólti verið mikudagar í Marghøllini í Vági, har skúlar úr øllum landinum hava luttikið.
Í dag er stóri finaludagurin.
Smyril kom um middagsleitið á Vág við eini 700 luttakarum og áskoðarum. Í løtuni er inngonga við fløggum og bannarum, og kappingin fer síðani í gongd.
Mett verður, at eini 1000 fólk eru í Marghøllini í Vági í dag.
Umframt finaluna, fáa skúlanæmigarnir høvi at royna eittnú Pálshøll.
Í samband við finaludagin er ferðaætlanin hjá Smyrli broytt, so at hann í dag siglir millum Havnina og Vág.
Smyril legði í morgun fyrst at við oljubryggjuna, so at næmingar vóru so nær Marghøllini, sum til ber, og bert ein lítil teinur var hjá teimum at ganga. Soleiðis slapst undan ferðsu í samband við stóra finalutiltakið.
Síðani fór Smyril yvirum til dhúphavnina, har bilar og fólk kundu fara í land og umborð.
Myndir: DO, DH, MB
##ms##