Finaludagar á Tórsvølli

Komandi dagarnar verða ikki færri enn tríggjar steypafinalur spældar á Tórsvølli.
Lagt verður fyri longu mikukvøldið, tá unglingaliðini hjá KÍ og NSÍ fara at spæla um Thomas Dam & Co. Steypið. Dómari í tí dystinum verður Suni Johansen.
Hóskvøldið fara B71 og B68 at dystast um sonevnda FSF-steypið. Hetta er steypakapping fyri liðini, sum ikki taka lut í bestu deildini. Upprunaliga varð hon partvíst ætlað at geva teimum liðum, sum ikki komu so langt í kappingini um Løgmanssteypið, dystarvenjing. Men hóast vit nú eru komin fram til hálvfinalurnar í tí kappingini, so er framvegis møguleiki fyri, at finaludysturin á ólavsøku verður ein endurtøka av finaludystinum hóskvøldið.
Og leygardagin er tað so kvinnufinalan, sum er á skránni. Her vann B36 sær sæti til dystin móti KÍ, tá tær um vikuskiftið eisini vunnu seinnu hálvfinaluna móti GÍ. Hjá kvinnunum skal Ransin N. Djurhuus døma, meðan tað hóskvøldið verður Georg Rasmussen, sum skal døma finaludystin um FSF-steypið.