Hondbóltur
Hondbóltssambandið hevur boðað frá, hvussu dómaraásetingarnar til tær fýra hondbóltsfinalurnar verða.
Í annaðkvøld døma Sámal Paulason og Kári Hansen kvinnudystin í Runavík millum Tjaldur og Stjørnuna, og hóskvøldið blása Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen í floytirnar, tá VÍF og H71 spæla fyrstu mansfinaluna í Vestmanna.
Leygardagin eru bæði hallirnar og dómararnir býtt um. Tá døma Sámal og Kári mansfinaluna í Hoyvík, meðan Eyðun og Andreas døma í Klaksvík.
Vinna liðini hvør sín dyst, verður neyðugt við einum triðja finaludysti, men enn er so eingin dómaraáseting gjørd fyri hetta. Tað er tó væl hugsandi, at tað verða Eyðun og Andreas, sum stýra floytuni, um tað bert verður neyðugt við nýggjari finalu í aðrari uppgerðini. Og at tað síðani verða boð eftir Sámal og Kára, um neyðugt verður við trimum dystum í báðum finalunum.










