Higartil fylgjast øll átta kvinnuliðini í Eikliguni í dystartali, og hava øll spælt tríggjar dystir í part. Nú fjórða umfar er á skránni, skulu seks av teimum átta liðunum spæla, og serlia tveir av dystunum eru áhugaverdir.
Talan er um rættar toppdystir, tí fýra tey fremstu spæla ímóti hvørjumøðrum. Mjølnir og Fleyr hava seks stig í part og SÍ og ÍF fýra stig.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík møtast í morgin Mjølnir og SÍ, sum avgjørt mugu roknast millum liðini, ið fara at kappast í oddanum í vetur. Í Gundadahalshøllini í Havn sunnudagin tekur Fleyr ímóti ÍF, og her fæst kanska at síggja, um ÍF klárar at hanga við allan vegin.
Triði kvinnudysturin er í Trongisvági sunnudagin millum tvey av lægru liðunum, tí har møtast TB og Ternan, sum hava ávikavist einki og tvey stig.
Hjá monnunum, har SÍ, Mjølnir, ÍF og Fleyr hava tvey stig og TB einki, eru tveir dystir sunnudagin. Í Trongisvági, har TB tekur ímóti SÍ, mugu sørvingar síggjast sum favoritar, meðan dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík millum Mjølnir og ÍF sær opin út, tí hetta er endurtøka av bæði FM- og steypafinalunum síðsta vetur.