Tað eru bara tvey atgongumerki eftir til steypafinaluna á Summar Festivalinum og fýra feløg, ið vilja hava tey. Tí er greitt, at tað verður fótbóltskríggj í Sørvági og við Margáir, har seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða leiktar í kvøld.
EB/Streymur er steypaliðið fram um øll hini í Føroyum seinnu árini. Teir hava verið í finaluni fýra tey seinastu árini og hava vunnið tríggjar av teimum. Tí er B68 ikki bara uppi ímóti einum góðum EB/Streyma liðið, teir skulu eisini berjast móti søguni. Fyrra hálvfinalan millum liðini á Toftum endaði við málleysum javnleiki. Spælið var til tíðir rótut og seinasta korterið vóru toftamenn tíggju, tí Jóhan Dávur Højgaard fekk sítt seinna gula kort.
Í Sørvági skal 07 Vestur vinna á ÍF, um teir skulu hava nakran møguleika fyri at koma í steypafinaluna. ÍF, sum var í finaluni í fjør, vann fyrru hálvfinaluni 1-0 í Fuglafirði. Tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at tað eydnaðist ÍF at fáa mál, sum var eitt sjálvmál. Bæði 07 Vestur og ÍF hava skift venjara í seinastuni. Jóhan Nielsen hevur tikið yvir eftir Hegga Samuelsen, meðan Símun Eliasen og Rúni Nolsøe hava tikið yvir í Fuglafirði, eftir at Ábraham Løkin valdi at takka fyri seg.
Kappingin um Løgmanssteypið seinnu hálvfinalur:
EB/Streymur (0) (0) B68 KL: 19:00 Eiler Rasmussen
07 Vestur (0) (1) ÍF KL: 19:00 Dagfinn Forná