Finalistarnir skulu finnast

Í triðja og síðsta undanumfarinum í singer/songwriter 2003 verða tveir finalistar funnir millum teir fimm ungu menninir, sum royna seg leygarkvøldið

Leygarkvøldið verður tað triðja og síðsta umfarið av singer/songwriter 2003. Kappingin hevur higartil hilnast framúr væl. Bæði fyrireikarin Hotel Hafnia og luttakararnir lata ógvuliga væl at kappingini.
Àhugin fyri kappingini hevur eisini gjørt, at í hesum triðja og seinasta undanumfarinum verði ikki færri enn fimm luttakarar við, og harav fara tveir víðari til finaluna, sum verður hildin 22. november. Undan hesum umfarinum hava Ronnie Poulsen og Finnur Jensen vunnið sær pláss í finaluni.

Ungir
Teir seks, sum sleppa framat mikrofonini leygarkvøldið, eru allir ungir harrar. Ymiskt er, hvørjar royndirnar eru, men hugurin er so avgjørt tilstaðar.
Ein teirrra er Rói Johannesen úr Norðagøtu. Hann er í læru sum prentari á Estra, men fæst eisini við tónleik. Hann er 21 ára gamal og hevur spælt hampuliga fitt, men hevur ikki sungið nógv. Stílin hjá sær rópar hann fyri øðrvísi tónleik. Og so mugu fólk sjálvi lurta seg til, hvat tað er fyri nakað.
Ein annar luttakari leygarkvøldið verður Kristleif Zachariassen. Hansara stór fyrimynd er ein ógvuliga víðagitin singer/songwriter ? nevniliga David Gray. Og tað er eisini á leið hesin stílur, sum Kristleif leggur seg eftir. Kristleif er 22 ára gamal og úr Kollafirði. Til dagligt starvast hann sum timburmaður í Kollafirði. Leygarkvøldið hevur hann trý nýggj løg í skjáttuni.
Tann yngsti av teimum ungu leygarkvøldið er Opor Thorleifson av Skála. Hann er átjan ára gamal, og hann hevur ikki hug at siga stórt meira um seg sjálvan, enn at hann spælir egin løg.

Síðsti kjansur
Meðan onkur av teimum, sum framføra leygarkvøldið, skulu koyra ein lítlan tíma ella so úr Eysturoynni, so hevur onkur luttakari heilt stutta leið.
Tað er serliga galdandi fyri Jóan Petur á Stongunum. 22 ára gamli havnarmaðurin er í læru á Hafnia sum kokkur, og hann vann fyri kortum eina kapping í Danmark innan sítt yrki. Íblásturin sigur hann seg fáa frá "melidiøsum" tónleiki. Tónlistarliga uppvøksturin hevur hann fingið í musikskúlanum í Havn, men hann hevur ikki spælt so nógv alment einsamallur.
Síðsti luttakarin er eisini úr Havn. Høgni Reistrup er navnið, og hann má teljast sum tann av luttakarunum við flest royndum. Hann er millum annað sangari í bólkinum Lawetz, og hann spælir somuleiðis við Føroya symfoniorkestri. Ìblásturin stavar frá fyrimyndini Dave Matthews og frá íslendsku Bjørk.
Ætlanin er ikki at hava fleiri undanumfør áðrenn finaluna. Hetta verður tískil síðsti kjansur hjá fólki at uppliva kappingini og tann heilt serstaka stemningin áðrenn finaluna.