Evropesiska Fótbóltssambandið hevur á limafundi í dag avgjørt at flyta EM 2020-endaspælið til summar 2021. Væntandi verður hetta avgreitt júst sum ætlað í tólv stórbýnum, men tað er møguleiki fyri at onkrar avbjóðingar eru. Eftir ætlan verður tað frá 11. juni til 11.juli 2021.
Sum skilst er tað eisini avgreitt, at Champions League finalan, sum verður í Turkalandi, skal spælast áðrenn 1. juli í summar. Orsøkin til júst hesa dagfestingina er, at flestu sáttmálar, sum ganga út í ár, eru til 1. juli.
Við útsetingini av EM fáa londini seks vikur longri at avgreiða sínar heimligu kappingar. Eitt nú Premier League, Seria A, La Liga og Bundesligan. Somuleiðis er seks vikur longri at fáa avgreitt Champions League og Europa League.