Finalan í Europa League millum Manchester United og Ajax verður sum ætlað spæld í Stokkhólmi í annaðkvøld. Tað boðar UEFA frá í tíðindaskrivi lagt út á heimasíðuni.
Fráboðanin er løgd út eftir yvirgangsálopið í Manchester í gjárkvøldið, ið higartil hevur kravt 22 mannalív.
UEFA metir tó, at trygdin er í lagi til dystin í annaðkvøld, og tí verður dysturin ikki útsettur.
Fráboðanin frá UEFA er fylgjandi:
- UEFA er skakað av álopinum í Manchester í gjárkvøldið. Okkara tankar eru við ofrunum og teirra familjum.
- Í løtuni eru eingir upplýsingar, ið kunnu benda á, at UEFA Europa League finalan, ella tiltøk í samband við hana, eru mál fyri álop.
- UEFA hevur verið í tøttum samstarvi við lokalar myndugleikar og svenska fótbóltssambandið í fleiri mánaðir, og hædd er tikin fyri vandan fyri yvirgangi frá byrjan av. Harumframt blivu trygdarkrøvini herd í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum í Stokkhólmi í Apríl.
- Vegna herdu trygdarkrøvini heitir UEFA tó á fjepparar um at koma so tíðliga sum gjørligt á leikvøllin. Eyka eftirlit við inngongdirnar kann nevniliga føra við sær møguleikar seinkingar í at sleppa inn á leikvøllin.