Finalan verður søgulig

EB/Streymur hevur fyri fyrstu ferð vunnið seg í aðru finaluna á rað, og hetta verður fyrsta ferðin, at B36 og teir í Sundalagnum fara at spæla steypafinalu

Fótbóltur

 

Tað vóru favorittarnir í EB/Streymi, sum bastu B71 eftir tætta uppgerð, sum kundi koppað báðar vegir. Og tað vóru favorittarnir í HB, sum lógu eftir á, tá ið væl upplagda B36 skoraði tvey útivøllarmál og harvið tók finalusessin frá meiri sigursvandu grannunum.

Harvið verður ikki talan um endurtøku av finaludramanum í fjør, tá ið EB/Streymur eftir óvanliga spennandi endaspurt tryggjaði sær steypið við 4-3 sigri á HB.

Steypakappingin og finalan snýr seg fyrst og fremst um rættin at sleppa upp í part í UEFA Cup kappingini um eitt ár. EB/Streymur er oddalið í landskappingini, og um tað í ár fer at eydnast teimum í Sundalagnum at vinna FM fyri fyrstu ferð, so fer tað at bera við sær, at bæði finaluliðini sleppa at spæla í Europa á sumri í 2009.

Men umframt europeisku atgongumerkini, sum bera rætt til ítróttarligar avbjóðingar og kanska fíggjarligan vinning, so er tað so mangt annað knýtt at steypafinaluni.

Finalan verður sunnudagin 15. juni, og tað er lagt upp til søguliga finalu. Hetta er fyrsta ferðin, at EB/Streymur hevur megnað at vunnið seg í finaluna tvær ferðir á rað, og hetta er fyrsta ferðin, at EB/Streymur og B36 fara at stríðast í endauppgerðini í steypakappingini.

B36 og EB/Streymur hava sjálvsagt fleiri ferðir áður dystast í steypakappingini. Seinast finaluliðini hittust í kappingini um Løgmanssteypið var í hálvfinaluni í 2006. Um finalan hesa ferð verður eins intens og dramatisk, sum hálvfinalan var fyri tveimum árum síðani, so verður stórur spenningur á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 15. juni. Ta ferðina vann EB/Streymur fyrru hálvfinaluna 1-0 á heimavølli, og B36 vann seinnu hálvfinaluna 1-0 í Gundadali. Eftir longda leiktíð var neyðugt við brotssparkskapping, og tá varð úrslitið 5-4 til B36.

Í finaluni vann B36 2-1 á KÍ. Sigurin í steypafinaluni í 2006 vísti seg í fjør at bera við sær, at B36 vann Løgmanssteypið til ognar. Tað syrgdi 07 Vestur fyri, tá teir í fyrsta umfarinum í ár vunnu á Víkingi. Hetta tí GÍ, sum í vetur var annar parturin av Víkingi, var einasta liðið, sum kundi røkka teimum trimum finalusigrunum, sum B36 hevði. Vann Víkingur kappingina í ár, hevði kappingin hildið fram til eitt felag hevði vunnið tað fleiri ferðir enn nakað annað felag. Soleiðis siga ásetingarnar.

At B36 nú eigur Løgmanssteypið til ognar í er merkisvert, tí frammanundan hevði HB, sum er stóra steypafelagið, vunnið øll bikar, steyp og súlur til ognar, sum tað síðani 1955 hevur verið kappast um. Eitt Ísafjarðarbikar, tríggjar Ísafjarðarsúlur og eitt Løgmanssteyp.

Úrslitið í Gundadali sunnudagin var staðfesting av, at HB ikki er so einaráðandi í steypakappingini, sum HB plagdi at vera. Í 1998 vann HB bæði landskappingina og steypakappingina. Tað árið vunnu teir svørtu og reyðu Løgmanssteypið til ognar. Til í ár hevur verið kappast um annað Løgmanssteyp, og líkamikið, hvør fær hetta frá Løgmanni tann 15. Juni, eigur B36 altso steypið.

Síðani 1998 hevur HB bara vunnið steypafinaluna í 2004. Í tíggju ára skeiðnum síðani 1998 hevur B36 verið steypavinnari í 2001, 2003 og í 2006, og nú hevur nýggja B36 liðið møguleika at vinna fjórðu steypafinaluna seinastu tíggju árini.