Høgni í Stórustovu, forseti í Fótbóltssambandinum, viðgongur, at tey arbeiða við málinum, um inntøkubýtið av steypafinaluni á ólavsøku.
– Tað eru nakrar natúrligar rembingar, sum eru undan einum slíkum dysti, men hetta finna vit út av, og tað er heilt víst, at finalan verður spæld í Havn á ólavsøku, sigur Høgni í Stórustovu.
Hann vísir á, at aftanfyri bæði ólavsøkudystirnar og steypafinaluna, eru langar søgur og siðvenjur.
– Við at flyta ein slíkan dyst eru onkrar broytingar í mun til undanfarin ár, greiðir Høgni í Stórustovu frá, sum kortini ikki ivast í, at trupulleikin verður loystur.
Fáorðaðir formenn
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, og Páll Gregersen, formaður í Víkingi, hava ikki tær stóru viðmerkingarnar, tá hesir verða spurdir eftir.
Báðir viðganga tó, at har eru onkur viðurskifti kring inntøkubýtið, sum teir kundu hugsað sær øðrvísi, men at teir vænta, at Fótbóltssambandið fær loyst málið.
Annars sigur Páll Gregersen, at hann ikki sær nakrar stóran trupulleika í hesum. Hann ger greitt, at sjálvandi ynskja tey í Víkingi, at finalan í kappingini um løgmanssteypið verður spæld í Havn á ólavsøku, og sjálvsagt skulu havnarfeløgini eisini fáa eina ávísa upphædd burtur úr hesum dystinum.