Seinnapartin í dag verður steypafinalan í unglingadeildini. Tað eru unglingarnir hjá KÍ og ÍF, sum bresta saman. Dysturin verður spældur á Tórsvølli klokkan 16, og tað verður Birgir Sondum, sum verður dómari. Eingin ivi er um, at Birgir er ein tann besti dómarin í landinum.
Kí hevur ikki vunnið steypakappingina í unglingadeildini síðani 1991. ÍF unglingarnir hava eina ferð áður vunnið steypafinaluna í unglingadeildini. Men tað er so mikið langt síðani, at eingin av teimum, sum nú spæla, høvdu sæð dagsins ljós. ÍF unglingarnir vunnu finaluna um Víkingastandmyndina, sum tað tá kallaðist, í 1970!









