Finalan um Løgmanssteypið spæld á Tórsvølli

Samstarvsavtala er í dag almannakunngjørd, sum er gjørd millum Fótbóltssamband

Føroya og Tórshavnar Kommunu, har FSF bindur seg at hava finaluna um Løgmanssteypið

á Tórsvølli leygardagin 25. august 2012, treytað av graslíki er lagt á Tórsvøll.

Miðað verður ímóti, at finalurnar í hinum steypakappingunum eisini verða leiktar í

Tórshavn í sambandi við finaluna um Løgmanssteypið.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking til avtaluna, sum varð

avdúkað á aðalfundinum hjá FSF í dag, at kommunan fær ábyrgd av øllum uttanumøkinum

í Gundadali saman við Tórsvallagrunninum. Talan verður um ein serstakan fótbóltsdag,

har alt snýr seg um fótbólt frá snimma á morgni til 19.45, tá finalan um

Løgmanssteypið veðrur spæld.

 

- Vit skulu skapa góðar kamar, skipa fyri innivist, mati og einum stórum

fýrverksshowið aftaná, og vit taka uppgávuna sera álvarsliga, tí her skal onki

kiksa, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking.