Finalan stendur upp á spæl

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vera ídag

Verður tað KÍ ella EBS/Skála, sum skal spæla finalu í steypakappingini. Og verður mótstøðuliðið annað havnarliðið ella hitt.

Hesir spurningarnir verða svaraðir ídag.

Klokkan 13 verður seinna hálvfinalan millum KÍ og EBS/Skála. Hon verður í Klaksvík. Í fyrru hálvfinaluni, sum var á Skála, var úrslitið 1-1. Harvið er tað neyðugt hjá EBS/Skála at skjóta mál í Klaksvík i dag, um tað skal eydnast at vinna atgongumerkið í finaluna.

Grundlógardag spældu hesi bæði liðini í landskappingini á Skála. Tá vann heimaliðið 4-1. Stórqa avbjóðingin hjá KÍ verður í dag at fáa bilbukt við Heidi Sevdal, sum 5. juni eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki legði heimaliðið framum bæði 1-0 og 2-0. Í báðum førum var tað, eftir at hon rann frá verjuni.

 

Klokkan 18 verður grannauppgerð i Gundadali. HB hevur meiri enn annað beinið í finaluni. HB vann fyrru hálvfinaluna 4-1. Tá átti B36 heimavøll. Harvið skal B36 í dag vinna við fýra málum, um tað skal eydnast at taka finaluplássið frá grannunum.

 

Sterypafinalan verður leygardagin 9. september.