Finalan á Quiztinum verður í Atlantis leygarkvøldið 31. januar

Tað verður forkvinnan í Starvsmannafelagnum Selma Ellingsgaard og advokaturin Hans Trygvi Teirin, sum fara at manna annað liðið í spennandi finaluni á Quiztinum. Finalan verður í Atlantis leygarkvøldið 31. januar, og tá verður avgjørt, um tað verða Rás 2 morgunvertirnir Eyðfinn Drewsen og James Olsen ella Gekkavertirnir Petrina Berg og Magnus Magnussen, ið fara at manna mótstøðuliðið.

 

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19:00.