Finalan hvarv í storminum

Tað er kolandi stormur í Streymnesi, og tað hevur dómarin, Petur Reinert, tikið avleiðingarnar av. Tá ið lítil hálvur tími var farin, gjørdi hann av at gevast.

Líkindini versnaðu støðugt frá tí, at dómarin bríklsaði fyri fyrstu ferð.

Enn er ikki avgjørt, um dysturin yvirhøvur verður spældur, og enn er ikki greitt, nær gull og steyp verða handað. Kanska verður tað á rimmar veitsluni, sum verður á Eiði í kvøld.