Finalan hjá teimum útblakaðu

Tað kann tykjast sum okkurt slag av lagnunnar speisemi, at steypafinalan í ár skal standa millum KÍ og B36. Júst hesi bæði liðini eru tey, sum í fjør mistu sín møguleika, tá tey hvør í sínum lagi gjørdu nýtslu av ikki-skrásettum spælarum í fyrsta umfarinum av steypakappingini.
Tað málið fekk bæði nógva og drúgva umrøðu, og fleiri ferðir í ár er róð afturá, meðan drúgva HB-málið hevur verið til viðgerðar í miðlunum.
Tað kann kanska skapa iðran í bæði Klaksvík og í Havn, at tey bæði feløgini ikki megnaðu at gera sama arbeiði, sum HB gjørdi tað á borðinum, men eitt ár seinni er tó ikki stórt, sum gerast kann við tað.
Hinvegin hava liðini á vøllinum víst, at tey í ár kunnu fara allan vegin, og so fæst at vita, hvørt teirra verður tað stinnasta, tá seinasti dysturin skal spælast. Nær hetta verður, er ikki greitt enn, men vónandi verður veðrið betri, enn tað var í 2001, tá liðini hittust í finaluni seinast. Ein finala, sum B36 at enda vann, men sum helst fyrst og fremst verður mint fyri ófantaliga veðrið, sum hótti við at drukna bæði Tórsvøll, spælarar og áskoðarar.