Finalan farin

- Sjálvandi kunnu vit røkka Neistanum í teori’ini. Men 13 mál er for nógv at vinna aftur í einum dysti.

Janus Einar Sørensen hjá Kyndli ivast ikki eitt sekund, tá hann verður spurdur, um FM-finalan nú fer at standa millum Neistan og StÍF

- Men vit kunnu so bara takka okkum sjálvum, tí handan dystin tveittu vit burtur. Sjálvandi er Høgni ikki við, og tað merkist. Men vit eiga at loysa hasa uppgávuna.

- Og ístaðin gera vit alt truplari fyri okkum sjálvur. Vit skjóta Jens upp til at standa sum Føroya besti málmaður, og tá H71 fleiri ferðir revsar okkum við kontramálum verður mótbrekkan stór.

Tit koma kortini aftur í dystin, men megna ikki at standa mát í allar 60 minuttirnar?

- Ja. Har gjørdist nakað tunt hjá okkum. Hjalti beklar og noyðist út. Hanus fær krampa og Ken fær reytt kort, so har var ikki tað heilt stóra eftir á beinkinum. At tað so kortini kemur hartil, at vit í nøkur sekund halda okkum hava vunnið, áðrenn verjan kiskar í seinasta H71-álopinum, ger tað ikki betri.

Eftir dystin funnust fleiri at dømingini av dystinum, men Janus Einar vildi ikki geva dómarunum skuldina fyri, at Kyndil ikki verður í finaluni.

- Teir høvdu eina sera løgna linju, har útvísingarnar vóru sera nógvar í tali. Men tað er tað sama fyri báðar. Størsti taparin í so máta var kanska sjálvur dysturin, sum gjørdist ógvuliga rótutur. Men vit kunnu ikki geva dómarunum skuldina fyri, at vit ikki vunnu, sigur Janus Einar Sørensen.

-mørk