Finalan er serlig

Í Kyndli eru menn til reiðar at sveiggja seg upp til tað heilt stóra hondbóltsgildið, nú liðið aftur er partur av steypafinaluni

Hondbóltur

- Eg haldi, at Kyndil má vera stórfavorittur.
Janus Einar Sørensen hjá Kyndli dugir vanliga at taka til, og svarið kemur eisini alt fyri eitt, tá hann verður spurdur, um Neistin er so stórur favorittur, sum stigatalvan ger teir til leygardagin.
- Skemt til síðis, so er Neistin sjálvandi favorittur. Men talan er um eina finalu, og sjálvandi trúgva vit uppá, at vit kunnu raka rætta dagin.
- Men tað krevur so eisini, at vit duga at tackla uppgávuna rætt. Tekur tú seinasta dystin, sum vit splædu móti Neistanum, so høvdu vit einki at gera á vøllinum ta ferðina. Vit hava kanska verið í einum leikligum aldudali seinastu tíðina, har botnstøðið hjá okkum hevur verið sera lágt. Men hinvegin hava vit eisini víst, at toppstøðið er høgt, og tað er tað, sum vit skulu raka í 60 minuttir leygardagin.
Júst tað at raka dagin, tá stórir dystir eru á skránni, er eitt kynstur, sum tit hava prógvað fleiri ferðir. Er ein finala nakað, sum veruliga fær tykkum á tærnar?
- Sjálvandi. Ein finala er sum einstøk hending tað størsta, sum er í føroyskum hondbólti. Karmarnir eru øgiligir, og tí verður sera nógv lagt fyri. Og eg ivist ikki í, at tað verður ein sera spennandi dystur, sum verður at síggja. Vónandi eins spennandi, sum hann var í fjør, men við okkum sum vinnarum hesaferð, sigur Janus Einar Sørensen.