Finala um HM-plássið

Í dag kann føroyska U21-manslandsliðið skriva føroyska hondbóltssøgu

Undan HM-undankappingini hjá U21-landsliðnum í manshondbólti hevði liðið ikki sett sær ítøkilig mál fyri kappingina. Tískil var ringt at meta um frammanundan, hvussu hetta U21-landsliðið fór at standa seg í hesari undankappingini, men eftir tveir teir fyrstu dystirnar ímóti Sveis og Ísrael má sigast, at føroyska liðið stendur seg væl. Báðir teir fyrstu dystirnir blivu vunnir, og hetta gevur gyltar møguleikar undan seinasta dystinum í dag.

 

Dagsins mótstøðulið er Finnland. Júst sum føroyingar, so vunnu finnar sín fyrsta dyst ímóti Ísrael við seks málum, 36-30. Føroyar somuleiðis við seks málum ímóti Ísrael, tó 31-25. Í gjár skuldi Finnland so royna seg ímóti Sveis, sum Føroyar vunnu á fríggjakvøldið, men hendan dystin tapti Finnland 28-26.

 

Føroyska liðið hevur sýnt sera gott hondbóltsspæl í báðum teimum fyrstu dystunum. Eyðkent fyri føroyska liðið hevur verið, at liðið hevur nógvar streingir at spæla uppá. Verður hugt eftir málskjúttaralistanum hjá føroyingum, so sæst, at málini eru deild ímillum fleiri ymsar leikarar. Tískil er føroyska liðið ikki bundið av gongdini hjá nøkrum einstøkum leikara, tí maður er altíð klárur at koma í mans stað.

 

At døma út frá fyrstu dystunum hjá Finnlandi, so skal føroyska liðið serliga ansa eftir Benjamin Helander, sum tilsamans hevur skorað 20 mál í tveimum teimum fyrstu dystunum hjá finnum.

 

Undan seinasta umfarinum er støðan í HM-undankappingarbólki 7 hendan:

 

1. Føroyar 4 stig (+10)

2. Finnland 2 stig (+4)

3. Sveis 2 stig (-2)

4. Ísrael 0 stig (-12)

 

Sostatt er tað ein sonn finala, sum verður spæld ímillum Føroyar og Finnland í morgin. U21-landsliðið spælir seg víðari til HM-endaspælið í Algeria, um føroyingar fáa stig. Eisini kunnu føroyingar liva við at tapa við minni enn trimum málum.

 

Dystarskráin í morgin er tann, at Sveis og Ísrael spæla klokkan 15, meðan Føroyar og Finnland spæla avgerandi dystin sínamillum klokkan 17. Hetta er møguleikin hjá U21-landsliðnum at skriva føroyska hondbóltssøgu, og tí er at vóna, at mælskir, føroyskir áskoðarar møta upp í høllini á Hálsi at stuðla.