»Finala« móti Liktenstein

Nógv stóð á føroyska liðnum í 4. setti í gjár móti Skotlandi, tá føroyska liðið var aftanfyri 24-21, og Skotland hevði havt settbólt.

 

Og tað gjørdist ikki minni spennandi at tað skuldi verða Karina Petursdóttir Debes sum skuldi serva, tí servurnar hava higartil ikki rættiliga verið hennara sterkasta síða ? men øllum hesum vísti Karina aftur, hóast at tey flestu sótu og hugdu burtur, tá hon fór fram at serva! Hon sendi tríggjar servur á rað djúpt aftur í 1-ara hornið ? júst sum tað var lagt upp til í taktikkinum ? og hetta var við til at bjarga liðnum undan einum tapi. Gleðin stálaði út av henni, tá dysturin var liðugur.

 

Men tað var eisini ein annar leikari, sum fekk avgerandi leiklut. Júst um somu tíð var hevarin Rakul Dalsgarð Jakobsen innskift fyri Einu Stephaniu Kalsø, sum annars hevði spælt ein megnar dyst - men Rakul var eisini við til at steðga gongdini hjá Skotlandi, soleiðis at Føroyar kundu vinna dystin 3-1, og sostatt framvegis hava vónir um at røkka 2.-plássinum, sum gevur víðari atgongd í kappingini.