Fín líkindi at spæla fótbólt

Í fýra dystum í Effo-deildini verður fyrsta bríksl klokkan 15.00

Tað eru fýra dystir í bestu fótbóltsdeildini á skránni seinnapartin í dag.

 

Fyrsta uppgerðin í hesum umfarinum var fríggjakvøldið, tá ið tað endaði 2-2 í Gundadali millum B36 og Víking. Seinnapartin er aftur fótbóltur í Gundadali, tá ið HB fær vitjan av KÍ.

 

Í Eysturoy er oyggjauppgerð í Fuglafirði millum ÍF og B68, og við Løkin í Runavík fær NSÍ vitjan av AB.

 

Við Margáir verður grannauppgerð millum EB/Streym og Skála.

 

Veðrið er av tí fagrasta í morgun, og sambært veðurstovuni heldur góða veðrið sær. Seinnapartin verður hann útsynningur, tað verður turt og sólin fer at síggja. Hitin verður upp í 9 stig, og tað verður bara eitt lítið lot.

 

ÍF-B68: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

NSÍ-AB: Petur Reinert kl. 15.00

HB-KÍ: Lars Müller kl. 15.00

EB/Streymur-Skála: Rói Jacobsen kl. 15.00