Kreatititeturin er so stórur, tá ið fólk søkja størv í Noregi, at fimtihvør umsøkjari uppfinnur útbúgvingar og størv í sínum CV.
Tað hevur felagið Semac funnið fram til, skrivar Aftenposten.
Semac kannar umsøkjarar til størv í 350 fyritøkum í Noregi, og tað er í hesum kanningarbeiði, at felagið er komið fram til tilvitað svik við umsóknunum. Fólk gera skjalsvik, lúgva seg til útbúgvingar ella ábyrgarstørv, og summi uppfinna næstan nýggjan samleika í sínum umsóknum.
Aftenposten skrivar, at serliga tey ungu lúgva, tá ið tey skulu søkja størv, men nógv av teimum verða vrakað til størvini, tá ið fyritøkurnar finna fram til, at tey hava pyntað munandi um sítt CV. Ein fjórðingur av fyritøkunum í Noregi kannar CV og samleika hjá sínum umsøkjarum.