Signar P. Heinesen
Loksins legði samgongan eitt ítøkiligt uppskot fram um eina lóg um, hvussu fram kann farast tað næsta ártíggju í sambandi við støðuna hjá Føroyum í ríkinum.
Fyrst vil eg ynskja samgonguni tillukku við einum leiki, sum helst var ein av teim heilt fáu í teirri støðu, sum málið um statsrættarligu støðu Føroya var komið í.
Serliga vil eg ynskja Annfinni Kallsberg, løgmanni, Høgna Hoydal, varaløgmanni og Karsteni Hansen fíggjarmálaráðharra, tillukku. Helst geri eg Helenu Dam á Neystabø órætt, um hon ikki eisini verður nevnd. Eg kenni ikki ítøkiliga til málsgongdina, men helst hava eisini embætisfólk verið við til at tilevna júst hetta uppskotið og fáa tey hervið eisini eina heilsu hiðani úr Signabø.
Hví so lukkuynskigevandi?
Tað er helst ikki vanligt í almennum viðmerkingum sum hesum, soleiðis at ynskja tillukku til einstakar persónar í landsins leiðslu. Orsøkin til, at eg geri tað í hesum føri, er, at júst hetta málið hevur verið so trupult. At samgonga og andstøða hava togast er natúrligt og tann bardagin haldi eg hevur verið gevandi fyri málið.
Afturat hesum hevur samgongan havt ein rættiliga seigan mótpart í donsku stjórnini. Hesum er heldur einki ónatúrligt í og hevur hesin bardagi eisini verið gevandi fyri málið, hóast eg kanska haldi at báðir partar viðhvørt hava fingið okkum borgarar at ?krympa tær?. Leikirnir hava ikki allir verið so reinir, sum ein kundi ynskt.
Men afturat hesum báðum hermótum, sum eru heilt natúrlig í einum slíkum máli, hevur samgongan havt sera truplar umstøður innanveggja. Í tí sambandi vera eingi nøvn nevnd, men eg haldi tað vera rætt at nevna omanfyri nevndu nøvn, sum, við at átaka sær eina persónliga ábyrgd í sínum embæti, hava svarað álitinum frá veljarunum og løgtingslimum aftur við álitisvekjandi atferð í hesum málinum.
Eitt valskeið við einum høvuðsmáli á politisku skránni
Veljarin fór til val í 1998 uppá málið um framtíðarstøðu Føroya. Onnur mál vóru eisini frammi, men í samgonguni hevur hetta eina málið tikið at kalla alla politiska orku. Onnur málsøki eru um ikki beinleiðis misrøkt, so røkt heldur veikari enn ein hevði roknað við, um tað eina málið ikki tók alla hesa orkuna.
Ein samgonga, sum hevur brúkt so nógva orku uppá eitt mál, kann ikki loyva sær at fara útaftur til sínar veljarar við ?óforrættaðari sak?. Samgongan má onkursvegna fáa málið til viðgerðar, soleiðis at tíðin er ikki farin fyri skeyti.
Andstøðan hevur røkt sína uppgávu og hevur givið samgonguni lítið rásarúm at virka á. Danska stjórnin hevur eisini røkt sína uppgávu og rásarúmið hjá samgonguni er ikki vorðið víðari av tí. Vit kunnu við góðum rætti siga, at landsstyrið stendur skák-mát í ætlanini at fáa í lag ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum fólkið við skili kann taka støðu til.
Eftirklók kunnu vit so siga, at hetta var kanska heldur naivt at rokna við. Vit kunnu eisini siga so nógv annað um gongdina. Samráðingar-etiskt haldi eg at báðir partar skulu royna at tiga sum frægast.
Sett skák mát í tí eina talvinum hevur samgongan tó megnað at leggja eitt uppskot fram, sum verður ómetaliga trupult hjá nøkrum parti at siga nei til ? tað veri seg andstøða ella danska stjórnin.
Fólkaatkvøðan sum amboð
Samgongan hevur valt at brúka fólkaatkvøðuna sum amboð. Hetta boðaði hon frá longu í sambandi við samgonguskjalið og eingin hevur fyrr enn nú við endaspurtin sett spurnartekin við tað. Hesi spurnartekin rokni eg sjálvur heldur ikki sum annað enn fjas, sum andstøðupolitikarar taka til, áðrenn teir hava funnið tey veruligu argumentini fram um málið sjálvt.
Hvørt fólkaatkvøðan er juridiskt bindandi ella ikki er ikki áhugavert. Spurningurin er, um fólkið fær møguleika til at svara presist uppá hendan eina spurningin og sjálvur havi eg ongar trupulleikar við at svara og rokni ikki við at onnur hava tað heldur. Tað veri seg ja ella nei.
Sum veljari havi eg heldur ongan trupulleika við at binda meg sjálvan tey næstu valskeiðini framyvir. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at fólkaatkvøðan antin verður eitt ja ? sum politiskt bindir komandi løgting til eina ætlan, ella fólkaatkvøðan verður eitt nei, sum bindir komandi løgting øðrvísi.
Fólkaatkvøðan er í tveimum ? tann eina er búskaparlig/fyrisitingarlig og hin seinna er tjóðskaparlig. Hetta haldi eg vera gott. Tað gevur teimum, sum hava eina greiða búskaparliga og fyrisitingarliga meining møguleika fyri at geva seg til kennar hesum viðvíkjandi. Spurningurin um tann tjóðskaparliga partin verður so svaraður, um tað verður viðkomandi og til ta tíð, tá ið tað er viðkomandi.
Andstøðan og danska stjórnin hava roynt at niðurbinda hesa samgonguna til eina ætlan, har báðir spurningarnir skulu svarast í einum. Samgongan hevur smoykt sær út úr hesi niðurbinding. Hetta er politiskt ?fair-play? frá báðum síðum.
Við fólkaatkvøðuni tann 26. mai fáa allir partar høvi til at reka sínar veljarar til tann krossin, sum teir standa fyri. Hetta er eisini ?fair-play? frá báðum pørtum.
Blokkurin og danska stjórnin?
Onkur hevur so roynt at fáa samgonguna aftur í ?spaghetti-felluna?, har bæði tann tjóðskaparligi og tann búskaparligi/fyrisitingarligi spurningurin skulu vevjast saman í eina kisu. Báðir spurningarnir eru stórir, sum krevja longri tíð enn eitt valskeið, so hetta er ein sjálvsagdur leikur hjá andstøðu og donsku stjórnini.
Men veruleikin er bara, at um danir kvetta blokkin, tí teir halda seg vera útspældar, so verður danska fólkatingið um tað. Vit føroyingar fáa ikki gjørt so nógv við, hvussu danir uppføra seg.
Velur fólkatingið og danska stjórnin at hótta, so hava tey sett seg sjálv út úr spælinum. Hvør fræls menniskja kann taka eina hóttan í álvara? Ein hóttan bindir tann, sum hóttir, tí tá er tann seinasti frælsi leikurin spældur.
Vit kunnu jú fyristilla okkum, at danska fólkatingið avgerð, at blokkurin til Grønlands skal kvettast, tí Jonathan og George eru pennavinir. Vit kunnu fyristilla okkum so mangt, men tað ber ikki til at taka slíkar fyristillingar fyri fult.
Danska fólkatingið avgerð, hvussu tað vil uppføra seg í einum siviliseraðum heimi. Velur danska fólkatingið at uppføra seg sum valdsharri, so er ongantíð ov skjótt at kvetta bondini, tí so er vandi á ferð undir øllum umstøðum.
Velur andstøðan at vísa til møguligar danskar avgerðir, so hava vit eitt problem her í landinum, tí okkara fólkavaldu gera seg til grátikonur fyri danska fólkatingið.
Eg sjálvur rokni ikki slíkar hóttanir sum eitt konstruktivt íkast í málið og vil ikki sjálvur taka støðu út frá tí ?hvørki annan ella hin vegin. Hvørki vil eg seta krossin við ?ja? uppá tross og heldur ikki vil eg seta krossin við ?nei? av ótta.
Sama rokni eg við er galdandi fyri flestallar føroyingar, sum eru komnir til valaldurs.
Ja ella nei?
Við tí uppskoti, sum fyriliggur, hava vit fingið eitt givið høvi til at taka støðu til ríkisrættarligu og búskaparligu/fyrisitingarligu støðuna hjá Føroyum. Hetta høvið haldi eg, at fólk skulu taka til sín og seta sín kross, har tey meta vera rættast og uttan íblanding frá hóttanum ? men annars við øllum teimum snildum, sum politiski leikpallurin hevur at bjóða.
Um leiklutin hjá andstøðuni vil eg bert ynskja, at hon tekur tann veruliga spurningin upp og ikki fjas og fjant. Fjas og fjant vil geva samgonguni alt ov víðar ræsur og vil ikki vera gagnligt fyri sjálvt málið, uttan mun til, hvussu úrslitið sjálvt verður.
Demokratiskt er tað særandi, at Bush er forseti í USA uttan tó at hava fingið undirtøku frá einum meiriluta av amerikanska fólkinum. Slíkt kemur fyri og vit mega bert viðurkenna, at hóast roynt verður at finna best møguliga teknikk og fyriskipan, so gleppur viðhvørt. Hetta er ein partur av tilveruni og skaðin er helst ikki størri enn at livast kann við tí.
Sama kann sigast um eina fólkaatkvøðu um framtíðarstøðu Føroya. Eg seti mína vón til, at úrslitið gerst greitt annan vegin ella hin. Tað verður sárt, um úrslitið verður 50%/50%+1 ? men hetta er ein risiko, sum vit altíð hava í sambandi við atkvøðugreiðslu.
Gott val
At enda vóni eg, at hendan lógin ? ella variantar av henni ? verður samtykt av løgtinginum og um so verður, vil eg ynskja øllum Føroya fólki eitt gott val við teirri risiko, at úrslitið verður ikki júst tað, ein sjálvur kundi ynskt.









