Fimti sjómannadagur í Klaksvík

Fyri fyrstu ferð verður sjómannadagurin hildin við ongari fiskaframleiðslu í Klaksvík

Tiltak


Leygardagin í komandi viku verður tiltakið Sjómannnadagurin í Klaksvík.

Tiltøkini í sambandi við Sjómannadagin byrja tó longu hósdagin. Tá verða tiltøk fyri børn, og Bátasavnið í Leirvík er opið.

Fríggjadagin verður fiskivinnuráðstevna í Skaálanum.

Tann stóri dagurin verður leygardagin. Tá verða fleiri framsýningar, og á Stangabrúnni fara eins og áður at standa kør við, livandi fiskum og skeljadjórum í.

Føroysku seglskipini seta segl á Pollinum, og har verða eisini gamlir føroyskir bátar við árum og seglum. Skipini og bátarnir koma øll inn og leggja at bryggju.

Nakað fyri middag verður stórt kaffiborð á Stangabrúnni. Borgarstjórin Gunvá við Keldu bjóðar vælkomin, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður setur Føroya Sjómannadag.

Seinnapartin verða ymiskar kappingar.


Heiðra listamannin

Í Eik verður ein framsýning av 26 modellskipum, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt seinastu 40 árini.

Tað hevur eydnast at sleppa at læna øll modellskipini, sum hann hevur gjørt uttan Løvenørn, sum danska krónprinsaparið eigur.

Tað bar ikki til, tí bústaðurin hjá krónprinsaparinum verður umbygdur, og allir slíkir lutir teirra eru pakkaður niður.

Fyri at bøta upp á tað hevur Auðun Konrádsson átikið sær at halda ein fyrilestur um Løvenørn, sum gekk burtur í Íslandi. Pápi hansara var ein teirra, sum fórst.

Klaksvíkar kommuna er høvuðsstuðul, og peningastovnurin, sum í ár stðlar, er Eik Banki. Aðrir stuðlar eru eisini, men John William Joensen, fyrskipari ásannar, at tað er tungt nú at fáa fígging til slíkt.

Sjómannadagurin var á fyrsta sinni í 2005, og tað var so sjálvsagt at hava hann í Klaksvík, sum altíð hevur verið fiskvinnubýur burturav. Men nú er eingin fiskaframleiðsla í Klaksvík, annað enn aling. Hetta verður sostatt fyrstu ferð, at sjómannadagurin verður hildin í fiskivinnubýnum við ongari fiskivinnu, sigur John William Joensen.