Eisini vit føroyingar duga raðið orð og løg hjá danska sjeytiárabólkinum Gasolin1 og samstundis og seinni hevur fremsti maður í bólkinum, Kim Larsen, fylgt okkum og vit honum.
Nú eru fleiri enn 30 ár síðani, at fýra ungir menn lastaðu ein dráttarvogn við ljóðførum og dreymum og við handmegi fóru yvir Knippelsbrúnna ávegis til fyrstu spælingina.
Seinni fylgdi ein stór fjepparafjøld teimum og teir náddu hæddir, so at ongin áður hevði sæð nakað, ið minti um tað sama. Gasolin1 var bert til í átta ár, frá 1970 til 78 hildu teir saman, Kim Larsen, Franz Beckerlee, Søren Berlev og Wili Jønsson.
Men í grundini vóru teir fimm, tí yrkjarin Mogens Mogensen var við til at skapa klassikarar sum Kvinde min, Masser af succes, Hva1 gør vi nu, lille du og mangar aðrar. Heitið sum fimti limurin er nýtt um fleiri, sum vóru um kenda danska rockbólkin, t.d. Rocco, ið fekst við ljóð og útgerð, men lat tað fara.
Tað var í umhvørvinum við Christianshavn, at liminir í bólkinum funnu saman og eisini hittu Mogensen. Tað var so, at Sofiegården vóru hús, sum nærum stóðu at detta, men her funnu fólk saman og settu búgv - ungfólk og bohemar í sekstiárunum.
Svend Mogens Mogensen, sum hann kallaðist, var farin um tey 40 árini, tá hann hitti limirnar í Gasolin1og var sostatt eini 15 ár eldri enn teir. Ein lítil maður við livandi, spælandi eygum. Við flippskeggi, hálvlangum hári og hálsklúti minti hann um ein intellektuellsn ella einum listamanni. Hann búði á Sofiegården og virkaði har av og á sum eitt slag av húsavørði, tókst við ymiskt fyrifallandi. Tónleikararnir kendu hann frá lokala vertshúsinum, oftast í bláum arbeiðsklæðum.
Í byrjanini var tað heldur varisliga, ið Gas-limirnir umgingu Mogensen, men so við og við komu teir meira í samlag, dugdu at fanga skaldsligu gullkornini, hóast hann kundu vera heldur buldrutur til tíðir. Mogensen og Gasolin1, serliga Larsen, fingu eitt samstarv, ið fekk stóran týdning fyri danskan rocktónleik.
Tað var Wili, som fekk Mogensen inn í samstarvið og bólkin. Í byrjanini sá eg hann sum ein eitt sindur "vandamiklan" fýr, hann hevði jú sína gongd á Café Nick og Laurits Betjent, alt slíkt, ið eg tá enn hevði til góða, sigur Kim Larsen.
Tíðin
Og teir fýra limirnir í Gasolin eru framvegis á lívi og virknir og minnast fegnir aftur á tíðina við Gasolinð og Mogensen, sum doyði í 1991.
Tað var, tá vit spældu inn fyrstu LP-plátuna, at eg hevði sum uppskot, at vit hugdu uppá tað, ið Mogens skrivaði, sigur Wili.
Og tað er søgan um, hvussu teir fýra tóku Mogensen við á vertshúsið Sofiekælderen, og síðani fingu hann við í upptøkuhølini, har hann siterar yrkingina Tremastet Beton. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at røddin á Mogensen kom á plátu hjá Gasolin1.
Og Kim Larsen gjørdist greiður yvir, at her var eitt veruligt skald, tað hoyrdist, samanborið við allar hinar tekstirnar á plátuni Gas 1.
Ofta fór bólkurin, og fleiri, í summarhús t.d., har nýggj løg og orð skuldu skrivast. Ofta gekk móti morgni, áðrenn menn hildu steðg. Beckerlee minnist, at ein kapping var, at hann, ið segði fyrstu nýtiligu regluna, fekk ein Underberg, ið varð settur á borðið. Og allir minnast teir ymiskt frá hesum sangskrivaraløtum, har køliskápið innihelt kaldar bjór og fólk ikki hildu seg aftur við meiningum og metingum. Oftast endaði tað tó við, at Kim Larsen og Mogensen sótu eftir við borðið.
Larsen í læru
Vit hittust og drukku kanska eina øl ella tvær, minnist Kim.
Og Kim skrivaði tað, ið hann helt kundi nýtast av øllum tí, ið kom úr skaldakelduni Mogensen. Og so gekk tað annars ping pong, báðir dugdu at spæla við orðum, og serliga Mogensen. Kim sigur um samstarvið, at Mogensen hevði múrsteinarnar og Kim kittaði saman. Men seinni, tá Kim Larsen hevði lært nógv av Mogensen, dugdi Kim sjálvur, men í byrjanini var Mogensen skaldsligi motorurin í samstarvinum.
Mogensen dugdi við orðum, hevði sín stíl, ið næstan var norrønur, hann hevði sín alheim og var ikki har, ið vit vóru, sigur Beckerlee.
Báðir vóru vit romantikarar, sigur Kim Larsen, men so verður lagt afturat, at báðir dugdu at minna hvønn annan á, at ein tekstur eisini kundi fáa ov høgt flog.
Kim Larsen minnist sangin Kloden drejer stille rundt. Larsen byrjaði tekstin og seinni kom Mogensen við flottu vendingini at "på kommoden ligger Soya og Karen Blixen".
Soleiðis er verulig list, ein fær sagt hesa kenslubornu mynd, uttan at nakar nýtist at taka hetta illa upp, tí orðini eru ov vágilig, sigur Larsen.
Slíkt var hann góður til, sigur Kim Larsen.
Við enn
Seinni metti Larsen, at hann dugdi sjálvur og hann skrivaði Midt om natten og Forklædt om voksen næstan einsamallur, Mogensen var bert við á onkrum hendinga teksti. Onkutíð hendi tað, at Mogensen kom og bjargaði, um ein tekstur manglaði til eitt lag, men sama samstarvið bleiv ongantíð, aftan á tíðina í Gasolin1.
Mogensen flutti seinni til Helsingør, har hann m.a. fiskaði fjarskotin frá steinsettu gøtunum á Christianshavn. Hann fekk lungnakrabba og doyði sum 61 ára gamal í apríl í 1991.
Larsen vitjaði Mogensen á sjúkrahúsinum, tá Mogensen hevði fingið kemoviðgerð og hevði mist hárið og lá í koma. Larsen kysti hann á kinn og segði farvæl. Og síðani sá Kim Larsen ikki Mogens Mogensen aftur.
Men tá eg siti og skrivi tekstir nú, so situr hann hinumegin borðið. Og skrivi eg okkurt, ið hann ikki heldur stendur mát, so ristur hann við høvdinum. Og er okkurt, sum eg veit er gott, so sigur hann heldur tvørur; Okey. Kanska tí hann ikki sjálvur fann upp á tað. Men er okkurt minni gott, so kemur peikifingurin, so á tann hátt er hann við enn, sigur Kim Larsen.
Keldur:
Gasolin, Masser af succes, bók eftir Peter Bundgaard, Borgen 1993
Larsen, bók eftir Peter Bundgaard, Lindhardt og Ringhof 2002
Blaðgrein, Samvirke, des. 2003